Hetta tók sína tíð, tí Teistin megnaði ikki at taka allar bilarnar hvønn túrin.
Ta einu løtuna stóðu ikki færri enn 67 bilar og bíðaðu eftir at sleppa á Gomlurætt.
Hetta hevur fingið sandoyingar at spyrja, hví Strandferðslan ikki setti Ternuna inn í siglingina, nú so nógvir bilar vóru at flyta.
- Var leiðin á privatum hondum, var longu eitt annað skip sett inn í sigling. Teistin klárar als ikki allar bilarnar longur. Lastbilar og oljubilar taka so nógv pláss, staðfestir heimasíðan bkv.fo.
Teistin gjørdi annars fleiri túrar í gjár, har hann var fullur av bilum og ferðafólkum.
- So loysnin er sjálvsagt Sandoyartunnilin, og hann má koma skjótt, verður staðfest.










