Limatalið minkaði við 67.000 limum og nú komið niður á sløk 83 %av norska fólkinum.
Orsøkin til stóra fallið er at finna í arbeiðinum við at dagføra limatalið í kirkjuni.
- Fleiri teirra vóru als ikki limir í kirkjuni, og tí eru vit fegin um at hava eitt limatal í dag, sum er so nær tí veruliga sum gjørligt, sigur leiðarin í norska Kirkjuráðnum Jens-Petter Johnsen við norska blaðið Vårt Land.









