Sambært hagtølunum, so eru 6.660 fólk smittað síðani 1. januar. Tað svarar til 333 fólk um dagin, sum er 258 fleiri enn miðaltalið um dagin seinastu vikuna, sum landsstýrið hevur sett til 75 fyri at seta strangari tiltøk í verk.
Tað merkir samstundis, at meira enn helvtin av teimum, sum eru smittað í Føroyum til samans eru smittað í ár. Tí fyri 1. januar 2022 eru 6014 fólk smittað.
Bara í ár eru 65.703 kannað fyri koronu, og tá 6.660 eru staðfest positivt so gevur tað eitt smittuprosent upp á 10,1 higartil í ár.
Taka vit smittutrýstið frá tí at farsóttin byrjaði í Føroyum til 1. januar í 2022, so hevur tað verið 0,9 prosent, sum merkir, at 0,9 av teimum kannaðu hava verið smittað.