66% ímóti Icesave-lógini

Alt bendir á, at íslendingar fara at vraka Icesave-lógina á fólkaatkvøðuni, sum verður tann 6. mars. Ein nýggj meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at 66 prosent ætla sær at atkvøða ímóti lógini.

30 prosent ætla sær at siga ja, og tey seinastu fýra prosentini hava ikki tikið støðu.

Kanningin staðfestir eins og undanfarnar kanningar, at flestu íslendingar halda, at tað var rætt av forsetanum at sýta fyri at staðfesta lógina hjá Altinginum. Í kanningini hjá Gallup siga 61 prosent, at forsetin gjørdi tað, sum rætt var.