Síðani kommunurnar í Sundalagnum vórðu lagdar saman í eina kommunu fyri tíggju árum síðan, hevur mentanarlívið í økinum fingið munandi betri karmar at virka undir.
Sunda kommuna veitir árligan stuðul á 650.000 krónur til mentan. Stuðulin verður býttur út til øll frítíðarfeløg í kommununi - eftir einum ávísum leisti.
Feløg, sum fáa stuðul eftir hesi játtan, eru eitt nú EB-Streymur, Byrsufelagið, kappróðrarfeløgini, Sunda Judofelag, bókasøvnini, bygdarhúsfeløgini og onnur.
2014 var eitt serstakliga hendingaríkt ár á mentanarøkinum.
Nevnast kann, at Útoyggjastevna var við Gjógv, Føroya Regatta - øll tey føroysku træseglskipini - vitjaðu í Hvalvík í juli. Tónleikatiltakið við Brúnna var fyri fyrstu ferð hildið á Oyrarbakka.
Eitt annað, sum eisini sermerkti árið í fjør, var, at Gjógv varð nomierað til náttúru-og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Bygdin vann tó ikki, men tilgongdin varð sera spennandi og samansjóðandi fyri bygdarfólkið, og ringvirkningarnir av allari umrøðuni hava verið týðiligir, og serliga er tað Gjáargarður, sum hevur merkt hetta.
- Tað, at vera í eini størri kommunu, hevur avgjørt havt fleiri fyrimunir á trivnaðar-og mentanarøkinum. Fleiri av teimum tilboðum, sum eru í dag, høvdu ikki verið komin, um kommunurnar ikki høvdu lagt saman.
Tað eru tey sannførd um, sum standa aftan fyri Sunda kommunu í dag, nú tíggju ár eru liðin síðan samanleggingina.