65 ár síðani vendin byrjaði

Russar mintust í gjár, at 65 ár vóru liðin, síðani reyði herurin fór undir mótálopið við Stalingrad

Meiri enn hálv onnur milli­ón fólk doyðu ella vórðu særd, tá reyði herurin leyp á 6. herin hjá Nazitýsklandi við Stalingrad tann 19. novembur í 1942. Bardagin um býin verður mettur sum bendin í seinna heims­bar­daga í Evropa.

Eftir ógvusligar bardagar og eitt blóðbað, sum kostaði meiri enn hálva aðru millión mannalív, góvust leivdirnar av 6. týska herinum við mót­støðuni, og tann 31. januar í 1943 gav týski ovastin, Paulus, seg yvir saman við teimum monnunum, sum hann hevði eftir. Av teimum 100.000 týsku her­monn­un­um, sum gjørdust krígs­fangar, komu 5.000 aftur til Týsklands á lívi.

Stalingrad eitur nú Volgograd, og á hvørjum ári minnast fólk byrjanina til álopið tann 19. november í 1942. Soleiðis var eisini í gjár, tá nógvir gamlir her­menn hjá reyða herinum komu saman býnum, sam­stundis sum russiski herurin vísti nakað av teirri útgerð, sum herurin hevur í dag.