65 ár í hjúnabandi

Í dag hósdagin 10. apríl eru 65 ár liðin, síðani Elly og Eivind Niclasen í Klaksvík giftust.

Eftir so langt lív saman sigur tað seg sjálvt, at tey bæði eru væl kendur partur av býarmyndini í Klaksvík.


Tey búgva framvegis í húsunum á Gerðareiði, sum tey høvdu latið byggjað og fluttu í, tá ið tey giftust í 1943.


Elly er ættað úr Norðurstovu í Gerðum. Hon er fødd 4. august í 1922 og er dóttur Karl, bónda, og Karolinu, sum var úr Trøllagili. Tey fingu átta børn: Johnhild, Óli, Lena (doyði sum smágenta), Elly, Trinilena, Karl Monrad, Hedvig og Mikkjal. Trinilena býr niðri, og øll hini búsettust í Klaksvík, har eftirkomararnir hjá teimum eru rættuliga nógvir. Eftir á lívi eru Elly, Trinilena, Hedvig og Mikkjal.



Eivind er ættaður úr Sørvági. Hann er føddur 16. juli í 1918. Foreldrini vóru Elisabeth og Óli Niclasen . Tey fingu níggju børn: Erik búsettist í Klaksvík, Karl á Tvøroyri, Nikolina í Vági, Lena í Søldafirði, Hjalmar, Jóhannus og Hans Dávid í Sørvági og Ove og Eivind í Klaksvík. Eivind er einsamallur eftir á lívi.


Elly og Eivind eiga trý børn: Karolina, Ólavur og Ragnar. Karolina og Ólavur búgva í Klaksvík, og Ragnar hevur verið trúboðari á Filipsoyggjunum og nú í Onglandi.


Eivind kom til Klaksvíkar fyrst undir krígnum. Hann helt til hjá beiggjanum Ova, sum hann trý ár seinni gjørdist granni hjá. Eivind tók motorpassaraprógv og skiparaprógv, og miðskeiðis í fimmti árunum tók hann longdina í Klaksvík.


Í 1947 keypti Eivind saman við beiggjanum Hans Dávidi og Guðleivi Thorsteinsson í Klaksvík útróðrarbátin Barðið. Seinni keypti Eivind partarnar hjá hinum báðum, og hann dreiv sjálvur bátin inntil seinnapartin av fimmti árunum. Í 1957 lótu Eivind og brøðurnir Hjalmar og Hannus línubátin Vesturvón byggja. Eivind var skipari fyrstu árini. Í seksti árunum var hann í fleiri ár stýrimaður á einum donskum sleipibáti, Sigyn, sum sigldi í Grønlandi. Í 1969 lótu Eivind, Hjalmar og Hannus fyrsta hekkutrolaran Vesturvón byggja. Fyri nøkrum árum síðan gavst Eivind við reiðaravirkseminum.


Bæði umborð á útróðrarbátinum, línuskipinum og trolaranum var hann tiltikin røkin og nýtti sítt góða hegni og sínar góðu arbeiðsgávur. Elly hevur, sum nógv tær flestu føroysku konurnar og mammurnar tá í tíðini, altíð verið heima og ansa manni, børnum og heiminum. Har hevur skinið av hvørjum spreki, gestablídni hevur verið stórt, og tey bæði hava verið tiltikin fyri góða urtagarðsrøkt.


Krúndiamantbrúdleypsdagurin verður hildin í bygdarhúsinum í kvøld.