- Av teimum 4.674 harunum, sum higartil eru skotnar í ár, eru 643 skotnar í Vestmanna. Hetta vísir tann nýggjast samanteljingin, nú 431 túrar eru skrásettir.
Tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum skrásetir haruveiði í Føroyum.
- Leygardagin 13. desember - tað er dagurin, sum júst er farin - vóru líkindini at skjóta harur góð fyrrapartin, og tá vórðu 394 harur skotnar á 40 túrum.
Eyðfinn sigur, at fríggjadagin 12. desember fingu níggju mans 64 harur í eystara parti av Dalhaga í Vestmanna. Tað er eisini í hesum hagapartinum, at flestu harurnar eru skotnar í ár. Teir hava fingið tilsamans 139 harur á trimum túrum.
- Teimum á baki koma teir í Sjeyndum í Tjørnuvík, sum hava fingið 119 harur á sjey túrum, sigur Eyðfinn Magnussen.
Neyvari kunning er at finna á facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum.