630 smittað í Grønlandi

Seinastu tríggjar dagarnar hava fleiri enn 1500 fólk í Grønlandi fingið staðfest koronu.

Enn einaferð setir Grønland met í smittu.

 

Seinasta samdøgrið eru staðfestir 630 nýggir smittutilburðir í Grønlandi.

 

Tað staðfestir landslæknaembætið í Grønlandi í dag.

 

Hetta er met og ein ógvuslig smittuútbreiðsla, sum í løtuni rakar grønlendska samfelagið.

 

Seinastu tríggjar dagarnar hava fleiri enn 1500 fólk í Grønlandi fingið staðfest koronu.

 

Býirnir, sum í dagføringini í dag eru harðast raktir, eru Nuuk (329), Ilulissat (222), Sisimiut (39) og Paamiut (12).

 

Í løtuni liggja 10 fólk á sjúkrahúsi í Grønlandi við koronu.