Fiskamarknaður Føroya seldi fríggjadagin góð 63 tons á uppboðssølu fyri tilsamans 861.000 krónur. Av samlaðu nøgdunum, var góð 44 tons toskur. Mest var av toski 4, og her fóru sløk 22 tons fyri miðalprísin 11,14 krónur fyri kilo. Næst størstu nøgdirnar vóru av toski 3, og her fóru góð 15 tons fyri miðalprísin 15,02 krónur fyri kilo.
Tilsamans 9 tons vóru av hýsu, og her fóru góð 5 tons av hýsu 2 fyri miðalprísin 14,43 krónur fyri kilo.
Fríggjadagin seldi Fiskamarknaður Føroya eisini 4 tons av svartkalva, sum fóru fyri miðalprísin 20,38 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,6 krónur fyri kilo.










