63 ára gamal føroyingur dripin í Danmark

Ein 63 ára gamal føroyingur varð í gjár stungin í búkin í Lyngvig við Hvide Sande. Sárið var so meint, at maðurin tíðliga í morgun doyði.

Donsk bløð skriva, at talan er um grannaklandur, sum í gjár førdi til, at ein 54 ára gomul kvinna stakk hin 63 ára gamla føroyingin.

Føroyingurin og 54 ára gamla kvinnan búðu í hvør sínari íbúð í sama húsi, men sótu sera illa um sátt.

BT skrivar, at maðurin er føroyingur, men hevur búð í Danmark í mong ár. Blaðið hevur tosað við fleiri av vinunum hjá kvinnuni, sum sigst vera fitt og umsorganarfull, men eisini ørkymlað.

63 ára gamli maðurin ringdi sjálvur til 112 og varð fluttur á sjúkrahús við tyrlu, men hóast læknar stríddust alt køldið og náttina við, doyði føroyingurin klokkan knapt hálvgum seks í morgun.

Handtiknað kvinnan hevur búð í íbúðini í tvey ár saman við 17 ára gomlu dóttir síni.

Kvinnan er beint nú í grundlógaravhoyri.