Mentanarhúsið
Eftir at formaðurin, næstformaðurin og annar eykalimurin í nevndini í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag tóku seg úr nevndini, hava tey, sum eru eftir í nevndini, avgjørt ikki at úttalað seg alment um viðurskiftini í felagnum.
Páll Larsen, sum situr í nevndini, sigur við Sosialin, at hetta er ein støða, tey hava tikið, tí tey halda ikki, tað tænir nøkrum endamáli at fara í fjølmiðlarnar við hesum.
Í Sosialinum í gjár var samrøða við fráfarna formannin, Eyðun Hansen, og síðan tá hevur onkur vent sær til blaðið og sagt, at vit bert lýstu málið frá teirri eini síðuni.
Sosialurin vildi fegin lýst viðurskiftini frá báðum pørtum, men sum skilst á Pálli, fer eingin av verandi nevndarlimum at úttala seg.
Tey, ið eftir eru í nevndini, eru Sofus Gregersen, Páll Larsen, Ingun N. Olsen og Unn Petersen.
Eykaaðalfundur
Nú verður so eykaaðalfundur í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag, fríggjadagin, 24. oktober.
Tað eru 63 limir í felagnum, sum hava kravt, at aðalfundur verður hildin. Sambært brævinum, sum limirnir hava skrivað undir, er málið við fundinum at fáa greiði á støðuni, sum hevur tikið seg upp, nú nevndin ikki er fullmannað. Limirnir vilja eisini hava svar uppá ymiskar spurningar, sum tey halda ikki eru nóg væl lýstir.
Sum skilst, helt sitandi nevnd í Sjónleikarfelagnum tað ikki vera neyðugt við eykaaðalfundi, tí regluligur aðalfundur verður kortini fyrst í komandi ári.
Men sambært lógum felagsins kann eitt ávíst tal av limum krevja eykaaðalfund, og tað er hetta, sum gjørt er.
Fleiri mál
Í kravinum um eykaaðalfund, sum hesir 63 limirnir hava skrivað undir, verður dentur lagdur á, at nevndin ikki longur er fullmannað, og at samstarvið millum nevndina og leiðsluna í húsini er hildið uppat.
Tey, sum hava skrivað undir kravið um eykaaðalfund, heita á sitandi nevnd um at taka hesi mál upp:
1. Viðgerð av undrunarverdum viðurskiftum í nevndini
2. Val á síðsta ársaðalfundi
3. Átalur sambært grein 4, stk. 2 í lógini
4. Nýval av nevnd
5. Viðgerð av uppsøgn av samstarvinum við leiðaran
6. Ymiskt