63 lið við í FK-kappingini

Flogbóltur: Átta feløg vera við í árligu FK-kappingini

Seinastu árini hevur ein afturvendandi táttur í flogbóltsárinum verið sonevnda FK-kappingin, sum verður spæld í Havn.

Í ár hava 63 lið úr tilsamans átta feløgum boðað frá, at tey vera við í kappingini, sum verður spæld í Gundadalshøllini, Tórshavnar Kommunuskúla og í Eysturskúlanum.

Størri parturin av liðunum í kappingini í ár eru eins og seinast gentulið. Tilsamans 45 lið, sum eru býtt upp í 10 bólkar, eru við í kappingini, meðan tey 18 dreingjaliðini eru býtt sundur í fimm bólkar.

Í alt skulu spælast umleið 130 dystir, áðrenn vinnararnir eru funnir. Vinnararnir, nummar tvey og nummar trý fáa heiðursmerki.

Kappingin byrjar leygardagin klokkan 9.30, og kappast verður í hesum bólkum: Gentur 12 ár (18 lið), gentur 14 ár (10 lið), gentur 16 ár (9 lið), kvinnuunglingar (8 lið), dreingir 12 ár (7 lið), dreingir 14 ár (3 lið), dreingir 16 ár (4 lið), og mansunglingar (4 lið).

Umboð frá Føroya Keypssamtøku handar vinnarunum steyp og heiðurstekin.