63,5 mió.kr. í meirnýtslu

Landsgrannskoðarin hevur nú staðfest, at 60,5 mió.kr. eru nýttar meir enn játtaðar vóru til Skúladepilin í Marknagili. Hetta eru tøl, sum eru til og við 2018

Landsgrannskoðanin er júst komin við frágreiðingini um frávik millum játtan og nýtslu fyri fíggjarárið 2018.

Í fíggjarlógini fyri 2018 eru játtaðar 63,5 mió.kr., og 31,3 mió.kr. vórðu fluttar frá farnum fíggjarárum. Sostatt varð samlaða játtanin 94,8 mió.kr. Nýttar eru 155,3 mió.kr., og meirnýtslan er tí 60,5 mió.kr.

Frá 2007 og fram til og við 2018 eru játtaðar 636.500 mió. kr. til verkætlanina. Nýtslan hevur verið 695.883 mió. kr.

Landsgrannskoðarin skrivar, at landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt viðmerkingar til meirnýtsluna, vísandi til, at Landsgrannskoðanin arbeiddi við einari frágreiðing um meirnýtsluna, sum hevur verið av byggingini av skúladeplinum við Marknagil.

Frágreiðingin varð latin løgtingsgrannskoðarunum og Løgtinginum í apríl 2019.

Skúladepilin í Marknagili er gjørdur við heimild í verklagslóg nr. 43/2008 “um at byggja skúladepil í Tórshavn”. Sambært verklagslógini kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 636,5 mió.kr., íroknað innbúgv og útgerð, harav 86,6 mió.kr. eru avsettar til fíggjarligt útlegg hjá Landsverki. Verklagslógin fór úr gildi 31. desember 2018.

Í sambandi við verkætlanina hevur Landsverk fingið krav ímóti sær og hevur sett fram mótkrav. Ósemjan er løgd fyri ein gerðarrætt.