62N fær nýggjan stjóra

Ferðaskrivstovan 62N fær nýggjan stjóra 1. august. Tað er Bergur Thomsen, sum áður hevur starvast sum sølu-  og marknaðarleiðari í traveldeildini í 62N, sum tekur við starvinum.

 

Bergur Thomsen er 32 ára gamal. Hann er giftur og hevur eina dóttur. Hann hevur seinasta tíðina starvast á Sansum.

 

Heidi Petersen hevur verið stjóri í fyritøkuni síðani hon og maðurin, Tummas Christophersen, keyptu allan partapeningin í fyritøkuni í 2014. Talan er um Flogfelag Føroya, sum í 2007 skifti navn til 62N.