628 næmingar í 1. flokk í morgin

Í morgin fara 628 næmingar í skúla fyri fyrstu ferð. Hetta skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðu sínari í dag. Talið er nærum 100 næmingar færri samanborið við í fjør, tá ið 725 næmingar fóru í 1. flokk. Í fyrraári fóru 754 næmingar í 1. flokk og árið fyri 684. Sostatt er talið á næmingum, sum fara í skúla í ár, tað lægsta í nógv ár.

Ikki færri enn 297 næmingar fara í 1. flokk í skúlunum í Tórshavnar kommunu, samanborið við 306 í fjør og 274 í fyrraári. Í 22 skúlum byrja færri enn 10 næmingar í 1. flokki. Í Fámjins skúla, Haraldssunds skúla, Hovs skúla, Húsar-Syðradals skúla og Oyndarfjarðar skúla byrja bert ein næmingur í 1. flokki.

Tilsamans 6865 næmingar ganga í fólkaskúlanum komandi skúlaár. Síðsta skúlaár var talið 6920 og árið fyri 7061. Í hesum tølum eru næmingar í frískúlanum við Hoyvíkstjørn, í Havn og í Kelduni í Skálabotni, ikki íroknaðir, boðar Føroya Lærarafelag frá.