621 fulltíðar arbeiðsleys

Arbeiðsloysi í oktobur var 2,2 prosent. Seinastu 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,9 prosent, skrivar Hagstovan.

 

Arbeiðsloysið hjá monnum er 1,9 prosent og hjá kvinnum 2,6 prosent. Talið á fulltíðar arbeiðsleysum er 621.

 

Arbeiðsloysið heldur tí á at falla. Hægsta arbeiðsloysið seinastu árini var í februar 2011, tá 2.000 fólk vóru fulltíðar arbeiðsleys. Tá vóru 6,9 prosent av monnunum arbeiðsleysir og 8,1 prosent av kvinnunum. Seinast talið var so lágt sum nú var í januar 2009.

 

Lægsta fulltíðar arbeiðsloysi seinastu 10 árini var í juni 2008, tá 333 fólk vóru fulltíðar arbeiðsleys, tá vóru 0,8 prosent av monnunum og 1,5 prosent av kvinnunum arbeiðsleys.