62 ára gamal vildi dopa seg

Hann fekk 6.500 krónur í bót fyri at royna at fáa 500 dopingtablettir til Føroya

Ein 62 ára gamal maður fekk í dag 6.500 krónur í bót fyri at hava roynt at fáa 493 tablettir av anabolskum steroidum til Føroya.

 

Maðurin hevði keypt tablettirnar á eini kinesiskari heimasíðu, sum hevði sent pakkan til ein vinmann í Danmark. Hesin sendi hann síðani víðari til Føroya.

 

Maðurin játtaði seg sekan, men segði, at hann einans hevði bílagt 100 tablettir, og visti ikki, hví nærum 500 vóru komnir í postinum. Á posanum stóð, at tað vóru 500 tablettir í honum. Tablettirnar vóru einans til egið brúk, greiddi hann frá.

 

Ákæruvaldið vísti á, at ikki bar til at bíleggja posar við 100 tablettum í og at upphæddin, sum maðurin hevði goldið, passaði betur við, at hann hevði keypt posan við 500 tablettum í.

 

Ákæruvaldið spurdi, um maðurin ikki hevði fingið eina kvittan, tá hann bílegði pakkan. Jú, umvegis teldupost, segði maðurin, men hesa hevði hann strikað, tá løgreglan setti seg í samband við seg. Hann hevði tí einki prógv fyri, at hann einans hevði keypt 100 tablettir.

 

Hann hevur einaferð áður, fyri eini 10 árum síðani, fingið eina bót fyri tað sama.

 

Dómarin gav løgregluni loyvi til at leggja hald á og oyðileggja tær 500 tablettirnar umframt eini 400 tablettir av kosttilskoti, sum vóru í sama pakka.

 

Eitt annað mál um dopingevni skuldi eisini vera í Føroya rætti í dag. Tað málið bleiv tó útsett, av tí at ákærdi ikki hevði fingið nakran verja tilskilaðan enn.