Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Harumframt eru fleiri enn 300 fólk særd – teirra millum 20 álvarsliga. Tað upplýsir ein embætismaður við ábyrgd fyri katastrofuhandfaring í Ishikiwa.
Talið av fólkum, sum eru staðfest deyð, er harvið hækkað. Í gjár var tað upp á minst 48 fólk.
##med2##
Sambært landsins veðurstovu varð Japan mánadagin rakt av tilsamans 155 jarðskjálvtum. Tann størsti, sum hevði eina roknaða styrki upp á 7,6, var í Ishikawa.
##med3##
Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, segði í gjár, at arbeiði við at bjarga teimum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum, er í kapprenning við tíðina.
##med4##
Deildir frá heimaverndini eru send til tey øki, sum eru harðast rakt av skjálvtunum.
##med5##
/ritzau/