Leygarkvøldið vórðu tilsamans 62 fólk bjargað úr einum parisarahjóli í stuttleikaparkini, Icon Park Orlando í USA.
Tað skrivar sløkkiliðið í Orange County á sínari almennu Tvitter-síðu.
Orsøkin til, at neyðugt varð at bjarga fólki niður úr parisarahjólinum, var, at trupulleikar vóru við streymveitingini.
Eingin fráboðan er komin um, at nakar hevur fingið skaða í samband við hendingina.
Sjálv skrivar Icon Park Orlando, at øll, sum vóru í parisarahjólinum, eru komin trygt niðuraftur.
##med2##