Á sosialu miðlunum eru fólk á gosi um, at Heðin Mortensen, stóri topskorari í Havnini til valið í gjár, er feldur sum borgarstjóri.
Hyggja vit eftir atkvøðunum, so kann tað eisini tykjast nakað løgið, tá ið persónar verða samanbornir.
Meðan Heðin Mortensen fekk 2507 atkvøður í gjár, fingu tey sjey samgongufólkini í Fólkaflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi 2601 atkvøður. Teir tríggir samgonguflokkarnir hava 6124 atkvøður til samans, meðan hinir báðir flokkarnir fingu 5976 atkvøður til saman.
Tey seks valdu fyri Javnaðarflokkin fingu til samans 4056 atkvøður, also smáár 1500 atkvøður fleiri enn tey sjey, sum nú eru í meirilutanum í Havn.
Leggja vit tó tølini saman, so fingu teir tríggir samgonguflokkarnir til samans – við øllum valevnunum – 6124 atkvøður, meðan hinir báðir fingu 5976.
Tey sjey umboðini hjá meirilutanum hava tilsamans 2601 atkvøður.
Heðin sjálvur hevur 2507, tey seks tilsamans 4056.
Teir tríggir samgonguflokkarnir hava 6124 atkvøður, hinir báðir 5976.