Í gjár vóru 525 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
2833 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4281 smittað, eingin er innlagdur vegna, trý eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.
Smittutrýstið lækkaði eitt vet í gjár úr 19,8 til 18,5 prosent.