61 lið við í flogbóltskapping

FK-kappingin verður í Havn næsta vikuskiftið

Flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri 10. ferð fyri FK-kappingini í flogbólti vikuskiftið 1. og 2. november. 61 lið úr 8 feløgum hava meldað seg til kappingina, og av hesum eru heili 45 gentulið, meðan nógv tann minni parturin, 16, eru dreingjalið.

Kappingin er fyri yngru deildirnar, tað vil siga frá gentum og dreingjum 12 ár og upp til unglingaliðini.

Vinnararnir av kappingini fáa steyp og heiðursmerki frá Føroya Keypssamtøkuni, og liðini, sum gerast nummar 2 og 3, fáa eisini heiðursmerki.