Fólkavøksturin í Føroyum heldur á, og nærkast alsamt 50.000 íbúgvum. Vøksturin er so mikið stórur, at talan er um størsta vøkstur í nettotilflyting og fólkavøkstri síðani 2002, upplýsir Hagstova Føroya.
Seinastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at 1. februar í ár høvdu 49.234 fólk bústað í Føroyum. Tað er ein vøkstur á 606 fólkum síðsta árið.
Tað eru tvey tøl, ið liggja til grund fyri fólkavøkstri, burðaravlop og nettotilflyting. Tað er serliga nettotilflytingin, ið er orsøkin til góða gongdina í ár. 366 fleiri fólk fluttu nevniliga til landið enn av landinum. Burðaravlopið fyri sama tíðarskeið var 240.










