606 føroyingar fingið seinna prikið

Nú hava 606 føroyingar fingið báðar sproyturnar við koppseting móti koronu

At 606 føroyingar nú eru fult koppsettir, merkir at 1,2 prosent av føroyska fólkinum nú hevur fingið seinna prikið. Til samanberingar eru 2,38 prosent av dønum fult koppsettir.

Harumframt hava 4.051 føroyingar fingið fyrra prikið, og tað svarar til 7,7 prosent av fólkinum í Føroyum. Í Danmark hava 3,42 prosent av fólkinum fingið fyrra prikið.