– Tá farið verður undir stóru víðkanina av havnarøkinum á Sundi í næstum skulu 60.000 lastvognar við gróti koyra frá tunnilsmunnin á Hvítanesi eftir landsvegnum inn á Sund.
Tað skrivar Jóhann Mortensen, útvarpsmaður, sum býr í Kaldbak, í fjórðu viðmerking síni, sum hann kallar »Náttúruoyðingin á Sund og við Sundsá 4«.
Tað var eitt samt býráð, sum 30. november í fjør samtyktina ætlanina um, at grótið frá undirsjóvartunlinum skal brúkast til at víða havnarlagið á Sundi 50.000 fermetrar, við at fylla upp økið eystan fyri verandi havnarøki á Sundi.
Fólk í Kaldbak er misnøgd. Teimum dámar als ikki ætlanina, sum eftir teirra tykki oyðir náttúruna. Men tey eru eisini sera misnøgd við viðgerðina í málinum, tí málið er ikki lagt fyri serligu økisnevndina fyri Kaldbak, sum skal viðgera øll mál, ið hava við Kaldbaksfjørð at gera, siga tey.
Eingin vón tykist vera fyri nakrar broyting, hóast nýggjur meiriluti situr í Tórshavnar kommunu. Tí nýggi meirilutin førir sama politik á økinum, sum gamli meirilutin. Og tað er kanska ikki so løgið, tí bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldi í undanfarna býráð tóku fult undir við ætlanini, sum jú eitt samt býráð samtykti.
Lesið viðmerkingin hjá Jóhann Mortensen VIÐ AT TRÝSTA HER