6000 fólk fingu grind

Tað vóru gott og væl 6000 fólk, sum fingu part í grindini, sum legði beinini í Klaksvík í morgun. Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, sigur við Norðlýsið, at tað gekk væl í sambandi við stóru grindina.

Umframt teir 5000 íbúgvarnar í Klaksvík, vóru tað 1000 onnur, ið tóku lut í drápinum og sum fingu grind.

- Heimapartarnir vóru stórir og vóru býttir soleiðis, at 50 fólk vóru til 15 skinn. Við øðrum orðum var ein triðingur til hvønn persón í húskinum, so har tað eru trý fólk í húsi er eitt heilt skinn fingið til høldar. Og tað er ikki lítið, sigur Karl Johansen, sýslumaður, við nordlysid.fo.

Hann sigur eisini, at um teir høvdu latið grind til bygdirnar norðanfyri fjall, so høvdu partarnir verið smábýttir. Tí valdu teir at raðfesta Klaksvíkina fremst hesaferð.