Í Íslandi hava higartil 81 fólk fingið staðfest corona-virus og talið av íslendingum, sum í løtuni eru í sóttarhaldi, er 600. Av hesum 600, eru tilsamans 40 fólk, sum starvast innan íslendska sjúkrahúsverkið.
Már Kristjánsson, sum er medisinskur leiðari innan ígerðarsjúkur á íslendska landssjúkrahúsinum - Landspítali - sigur við www.visir.is, at av teimum 81, sum hava fingið staðfest corona-virus, er eingin higartil innlagdur á sjúkrahús.
Í einari sending í Íslandi er Már Kristjánsson eisini spurdur um, hvørt corvid-19 er truplari fyri fólk, sum roykja enn fyri ikki-roykjarar.
- Hetta er ikki bara ein søga. Hetta hevur lívfrøðiligar orsøkir. Ert tú roykjari, vil virusið merkjast meira í lungunum enn hjá ikki-roykjarum. Hetta hevur eisini víst seg týðiliga í Kina, sigur medisinski leiðarin innan ígerðarsjúkur við www.visir.is.
##med2##