600 næmingar luttaka í “Markleys útbúgving”

Í samband við stóra útbúgvingartiltakið “Hvat nú – Markleys útbúgving”, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 9. September, verður lagt upp til samansjóðing millum næmingarnir.

 

Tilsamans vera gott og væl 600 næmingar, sum koma úr Suðuroy, Klaksvík, Vestmanna, Kambsdali og Havn. Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógv ung vera savnað, og fyrireikarar siga, at hetta skal gagnnýtast til fulnar.

 

Tilboð verða á skránni og vinningar verða latnir hetta kvøldið.

 

Haraftrat lova fyrireikarar spennandi tónleikarar, sum fara at spæla fyri ungdóminum í Deep til endabrestin á tiltakinum.

 

Meira kann lesast á Facebook síðuni www.facebook.com