Tað eru ikki smápengar, sum brasilianska Corinthians vil hava, um teir skulu selja Carlos Tevez. Argentinski framherjin er trý ár á rað kosin besti spælari í Suðuramerika, og tað hevur fingið eitt nú Real Madrid, Inter og Chelsea at vísa spælaranum áhuga.
Enn er tó ikki nógv, sum bendir á, at Tevez verður seldur. Corinthians vilja hava onkra staðni millum 600 og 800 milliónir krónur, um teir skulu selja spælaran. Ein upphædd, sum vildi gjørt Tevez til dýarasta spælara nakrantíð. Verandi metið eigur Zinedine Zidane, sum kostaði 441 mió kr., tá Real Madrid keypti hann.










