Tað skal ikki nógv til fyri at økja talið á ferðafólkum til Føroya nóg mikið til at tað fer at kasta fleiri hundrað milliónir afturat av sær til føroyska samfelagið.
Tað sigur Janus Rein, løgtingsmaður við serligum áhuga fyri ferðavinnu.
Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka umstrídda ferðaavgjaldið og tá ið málið var til viðgerðar, nevndi hann eitt dømi um, hvussu stóra ávirkan tað hevði fingið á føroyska samfelagið, at ferðafólkatalið vaks.
Hann sigur, at eydnast tað at fáa eini 50.000 útlendsk ferðafólk afturat til Føroya. Hevði tað økt okkara bruttotjóðarúrtøku einar 600 milliónir krónur.
Hann sigur, at hetta er ikki eitt roknistykki, hann hevur tikið úr leystum lofti, tí hann hevur kannað tað hjá búskaparfrøðingum og øðrum serkønum.
Hann vísir á, at í Norðurlondum leggja útlendsk ferðafólk einar 6000-7000 krónur eftir seg í tí landinum, tey ferðast í, til mat, gisting og annað.
Høvdu vit fingið 50.000 útlendingar til Føroyar afturat um árið og teir brúktu 7000 krónur í part í Føroyum høvdu teir sostatt lagt einar 350 milliónir eftir seg í Føroyum.
Nakað av útreiðslum hevði staðist av hesum hjá gistingarhúsum og øðrum sum veita hesum ferðafólkum tænastur
Janus Rein sigur, at serkøn meta, at hesar útreiðslurnar høvdu verið einar 50 milliónir krónur til mat og aðrar tænastur til hesi ferðafólkini.
Eftir eru sostatt 300 milliónir í reinum vinningi av hesum ferðafólkunum.
Hesir pengar høvdu farið í umfar í samfelagnum og høvdu sostatt kastað enn meiri av sær til samfelagið.
Tilsamans meta búskaparfrøðingar, at bruttotjóðarúrtøka okkara hevði vaksið einar 600 milliónir krónur, bara vit fáa 50.000 útlendsk ferðafólk afturat til Føroya.
Í miðal verður bruttotjóðarúrtøkan skattað 42% og tað merkir, at almennu Føroyar høvdu fingið at 252 milliónir inn í skattum og avgjøldum upp á hesi somu ferðafólkini, sigur Janus Rein.