Føroya Akvariumfelag varð sett á stovn í 1997, og fyrsta framsýningin var á ólavsøku í 1998. Við øðrum orðum hevur framsýningin við akvariumfiskum verið á hvørjum ári síðstu 15 árini.
Framsýningin verður skipað av sjálvbodnum limum í felagnum. Í ár eru tað sjey limir, sum hava latið síni akvarium til framsýningina. Í felagnum eru 30 limir.
Nógv fólk vitjar framsýningina. Sambært fyriskiparum eru eini 600 fólk á gátt um ólavsøkuna, og fleiri av teimum koma aftur ár aftan á ár. Tað eru fólk í øllum aldri, sum koma innar, bæði barnavognar og eldri í koyristóli.
Nógvir sertakir fiskar eru at síggja uppi í Losjuni hesar dagar. Fyri at nevna tveir teirra eru tað blindur holufiskur og ameca splendens. Tann fyrri fiskurin er serstakur á tann hátt, at hann er starblindur, men hann skal bara hava verið í vatninum í lítla løtu, so kennir hann hvønn krók í akvariuminum. Tann seinni er serstakur á tann hátt, at hann einans er akvariumfiskur. Hann plagdi at liva fríur í Meksiko, men áinirnar har eru vorðnar ov skitnar, at hann kann liva frítt.
Umframt at síggja fiskar, skjaldbøkur og hummarar, so ber til hjá fólki at keypa sær ein kaffimunn og royna fiskibrunnin.