600 ferðafólk um vikuna til Grønlands

Frá í næstu viku at rokna kunnu 600 ferðafólk koma til Grønlands um vikuna, men reglurnar um sóttarhald og endurkanning á fimta degi vera framvegis galdandi.

 

Nú kunnu fólk aftur keypa ferðaseðlar á heimasíðuni hjá Air Greenlands til og úr Danmark uttan at hugsa um loyvi at sleppa inn í londini. Kravið um umsókn at sleppa inn í londini heldur upp at hin 3. mai.

Sonevnda myndugleikaflúgvingin steðgar, og frá í næstu viku at rokna verður flogið tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og fríggjadag, millum Keypmannahavn og Kangerlussuaq.

Grønlendska sjálvstýri hevur tó gjørt av at seta eina avmarking í talinum av ferðafólki, sum kunnu koma til Grønlands um vikuna, og hetta tal er 600. Fyribils verður ikki latið upp fyri flúgving til Íslands.

Reglurnar um sóttarhald og endurkanning á fimta degi eftir komu vera framvegis galdandi. Sama er við reglunum um at halda seg í útvaldum býum fyrstu fimm dagarnar eftir komu.

- Tað er ikki fyrr enn tíðin í sóttarhaldi er farin og fólk, sum komin eru til Grønlands, eru endurkannað, at tey kunnu fara kring um í Grønlandi annars, skrivar Sermitsiaq.