Hóast freistin at lata roknskapin inn er um knappar tvær vikur, so eru framvegis umleið 600 feløg, sum enn ikki hava latið frætt frá sær Herfyri frættist, at 1100 partafeløg ikki høvdu latið roknskapin inn.
Í dag hevur Rás2 frætt frá Skrásetingini, at tað framvegis eru 600 partafeløg, sum enn ikki hava latið roknskapin inn.
Freistin fyri partafeløg at lata roknskapin inn er um góðar tvær vikur, nevnilga tann 3. august, og um feløg tá framvegis ikki hava latið Skrásetingini roknskapin, enda málini í skiftirættinum.