Fríggjakvøldið verður kvøldseta, leygarmorgnin bjóðar Runavíkar kommuna morgunmat, og sunnudagin verður gudstænasta í tjaldi í Funningi. Hetta er ein partur av skránni fyri Várhugnadagar, sum verða í Funningi um vikuskiftið, har eisini verður farið upp á gólv - og LM Band seinni fara at spæla til dans.
Lagt verður fyri fríggjakvøldið 16. juni klokkan 21 við kvøldsetu í tjaldi, sum verður sett upp til endamálið. Runavíkar kommuna, sum Funningur er partur av, hevur lovað fyrireikarunum, at tjaldið kemur upp at standa í Funningi í seinasta lagi í dag.
Sum skilst á fyrireikarunum, hevur tiltakið fingið rættiliga stóra undirtøku, og út við 600 fólk hava longu sagt, at tey ætla sær at verða við til tiltakið í Funningi.
Eftir kvøldsetuna fríggjakvøldið, bjóðar Runavíkar kommuna leygarmorgunin 17. juni klokkan 10 til morgunmat í tjaldinum. Eftir morgunmatin fara Petur Dahl og Sámal Petersen gongutúr gjøgnum bygdina. Petur Dahl fer at greiða frá gomlu tíðini - og Sámal Petersen fer at siga frá um nýggju tíðina.
Sunnudagin klokkan 12 verður kirkjugongd í tjaldinum, tá Emil Olsen, prestur, fer at prædika. Talvan fer at ganga til frama fyri útbyggjan av orglinum í Funnings kirkju, og Skálafjarðar Sløkkilið fer eisini at syngja nakrar sangir undir gudstænastuni í tjaldinum.
Í Funningi verður eisini hugnaligt hjá børnum, meðan Várhugnadagar eru. Spøl verða spæld, og børnini eru longu biðin um at hava hoppiband, bóltar, krit, lakksteinar, glúpar og spannir við sjálvi. Ætlanin er eisini at dansa føroyskan dans við børnunum í skúlagarðinum.