600 børn stuttleika sær í Gundadali

Hósdagin verður stórt stórt ítróttartiltak í Gundadali fyri børn.

Skipað verður fyri ítróttardegi fyri øll frítíðarskúla-børn í Tórshavnar Kommunu.

Talan er um heili 600 børn, ið fara at luttaka í ymiskum spølum og kappingum, eitt at koyra mánabil , spæla hockey, vatn stafett og mangt annað stuttligt fyri barnsligar sálir.

Tiltakið byrjar klokkan 13, tá ið Joan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, setur ítróttardagin.

Síðan verða børnini býtt sundur í bólkar so at farast kann í gongd.

Hvør stovnur hevur sín lit, sum børnini á ein ella annan hátt hava uppi á sær, tað veri seg á blusuni, á keppinum ella á pannubandinum, eins og hvør stovnur hevur eitt flagg við sínum liti.

At enda fáa øll børnini heiðursbræv fyri luttøku.

Tiltakið, sum hevur til endamáls at geva øllum frítíðarskúlabørnum í kommununi eitt felagsupplivilsi at sjóða tey saman.

Væntandi endar tiltakið klokkan 16.