Teir tríggir – Ole Dorph, Hermann Berthelsen og Jørgen Wæver Johansen – siga ætlanina um at spreiða almenn og hálvalmenn arbeiðspláss út um alt landið, vera at fáa steðgað tí, teir kalla eina avskeplan av Grønlandi.
Siumut-borgarstjórarnir leggja landsstýrið undir at favorisera høvuðsstaðin, tá talan eitt nú er um, hvar arbeiðspláss skulu vera, hvar byggjast skal og hvørji fólk verða vald sum nevndarlimir í fyritøkur og stovnar hjá tí almenna.
Politiski talsmaðurin hjá Siumut, Jens Erik Kirkegaard, tekur ikki treytaleyst undir við einum slíkum uppskoti, ið hann metir sum rættiliva víðgongd, men vil fyrst fáa fleiri greiningar á borðið.
– Umframt at hugsa um at flyta arbeiðspláss runt landið, hevur tað minst líka stóran týdning at fáa eitt orðaskifti um, hvussu Grønland kann fáa ein búskaparligan vøkstur, sigur hann við grønlendska kringvarpið, KNR.
Ætlanin verður ov dýr
Fleiri onnur finnast eisini at uppskotinum hjá teimum trimum borgarstjórunum, tí tað júst ikki fremur nakran vøkstur, men kanska heldur bara fer at kosta eina rúgvu at gjøgnumføra.
Teirra millum er formaðurin í grønlendska vinnufelagnum, Brian Duus Pedersen, sum heldur mælir til at skapa vøkstur í teimum økjum, ið nú kenna seg við skerdan lut:
– Vit skulu royna at fáa nakað burtur úr tí, vit í dag einki gera við. Tað kann vera við at fáa meira burtur úr fiskivinnuni og ferðavinnuni, og so eiga vit at geva børnunum góða skúlagongd, so tey sum vaksin kunnu fáa eina veruliga útbúgving, sigur hann.
Stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, er eisini í iva um uppskotið hjá borgarstjórunum og vísir á, at ongar útrokningar eru við, sum vísa kostnaðin av tí.
– Verður hetta samanborið við ætlanirnar í Danmark um at flyta arbeiðspláss út um landið, er henda ætlanin í Grønlandi vælsaktans lutfalsliga 15 ferðir so umfatandi sum tann danska og tí eisini sera dýr, sigur bankastjórin við Kristeligt Dagblad.