600.000 flýggja í Kenya

Umboð fyri ST søgdu á einum fundi í Helsinki í gjár, at umleið 600.000 fólk í Kenya eru rýmd frá húsi og heimi undan ófriðinum, sum hevur herjað landið síðani valið tann 27. desembur. Myndugleikarnir søgdu tá, at Mwai Kibaki, forseti, varð afturvaldur, men andstøðan heldur uppá, at hennara valevni, Raila Odinga, var tann veruligi vinnarin, og at myndugleikarnir svikaðu. Umboðini hjá ST løgdu dent á, at talan er ikki bara um politiskan ófrið, men minst líka nógv um bardagar millum teir ymsu etnisku bólkarnar.