Fyribilstøl vísa, at umleið 60 prosent av veljarunum í Libya vóru í valhølinum í gjár at velja eitt skiftisting, sum skal orða eina stýrisskipan og fyrireika tjóðartingsval.
Hetta var tað fyrsta frælsa valið í Libya í meiri enn 40 ár, men sum heild var valdagurin friðarligur. AFP-tíðindastovan skrivar, at eitt fólk doyði, og tvey vórðu særd í einum skotbardaga í býnum Ajdabiya, sum er í landnyrðingspartinum av landinum.
Ongar meiningakanningar vóru undan valinum, men eygleiðarar vænta, at islamistiskir flokkar so sum Tann Muslimski Bróðurskapurin og Rættvísisflokkurin fara at standa seg væl.