Í tíðarskeiðnum 10. - 22. juli eru MáF og Ung í MáF vertir fyri stórum norður-lendsk-um sjónleikaraskúla, sum hildin verður á Føroya Læraraskúla og Skúlanum á Trøðni.
Tiltakið nevnist NUTU-summarskúlin og er eitt afturvendandi tiltak, sum verður hildið annaðhvørt ár í einum av norðurlondunum. Í ár eru Føroyar vertir.
60 ungdómar í aldrinum 16 - 25 ár luttaka, og í tvær vikur kunnu tey velja tvær ymsar greinar innan sjónleik, eina til hvørja viku.
Undirvísingin er á høgum støði, og hava vit fingið fatur á sera dugnaligum undir-vísarum úr øllum norðurlondum. Úr Føroyum undirvísir Gunnvá Zachariassen.
Valt kann verða millum: Grønlendskan maskudans, Rødd og rørslu, Teatersport, Kropsliga søgufrásøgn, Viewpoint, Leikstjórn, Stagefight, Stanislavski og Basic Theatre.
Skúlin er skipaður sum ein lega, og búgva allir luttakararnir á vallaraheiminum Kerjlon.
Er áhugi fyri tí, eru nøkur fá pláss eftir. Til ber at venda sær til MáF á tlf. 315624 ella maf@maf.fo.
Stuðlað tiltakið hava: Nordisk Kulturfond, Nordisk Amatørteaterråd, Menta-mála-ráð-ið, Nordisk Ungdomskommité, Føroya Sparikassi, Grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn, Norðurlandahúsið, Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Býráð, Dansk - Færøsk Kulturfond og Føroya Ungdómsráð.