60 tons vóru í dag á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og helvtin var toskur og hýsa. Toskur II fór fyri 17,25 krónur í meðal fyri kilo, toskur III fór fyri 15,41 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 11,77 krónur. Tað mesta av hýsuni var hýsa II, sum fór fyri 10,28 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 10 krónur.
Góð 10 tons vóru av hvítingi, og stødd II fór fyri 8,74 krónur í meðal fyri kilo. Eisini var nakað av havtasku, og tann stóra havtaskan fór fyri 26,13 krónur í meðal.
Tey 60 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, vórðu seld fyri 764.000 krónur.