60 saknað eftir eld í Kanada

Í minsta lagi 60 fólk eru ikki komin afturíaftur eftir ein ógvusligan eld í Quebec í Kanada, sum gjørdi tað neyðugt í skundi at flyta yvir túsund fólk frá húsi og heimi.

Eitt farmatok við tilsamans 73 vognum, sum var fult av ráolju, fór av sporinum í eini bygd í Quebec í gjáranáttina, og stórur eldibrandur tók seg upp beinanvegin.

Einir 30 bygningar miðskeiðis í bygdini, Lac-Mégantic, blivu oyðilagdir av ógvusligum spreingingum, og logarnir stóðu yvir hundrað metrar upp í loft.

Tokið stóð stilt, men fór av ókendum orsøkum aftur at røra seg, áðrenn tað fór av sporinum og alt stóð brádliga stóð í ljósum loga og spreingingar vóru.

Politiið á staðnum sigur, at í minsta lagi eitt fólk hevur látið lív, og enn eru altso 60 fólk saknað.