60 ára gamal smuglaði tvey kilo av hassj

Páskaaftan varð hann stegðaður á flogvøllinum og í farnu viku varð hann dømdur

 

Ein 60 ára gamal maður varð í farnu viku funnin sekur í at hava smuglað tvey kilo av hassj til Føroya. Dómurin varð fongsul í seks mánaðir.

 

Páskaaftan varð maðurin steðgaður á flogvøllinum, á veg heim úr útlandinum. Tollararnir funnu tá hassj í viðførinum, og maðurin varð tí handtikin.

 

Hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan nærri kanningar fóru fram og tá varðhaldsfongslingin var úti 20. apríl, møtti maðurin aftur í Føroya rætti. Har var hann funnin sekur og dømdur fongsulrevsing í seks mánaðir.

 

Sambært løgregluni hava tvey kilo av hassj eitt virði á 500.000 krónur í Føroyum.