60 ár síðani 111 klaksvíkingar fóru í skúla

Í gjár varð hátíðarhildið, at 60 ár eru liðin síðani 111 klaksvíkbørn fóru í skúla á fyrsta sinni í august í 1957. Til haldið møttu 65 næmingar.

 

 

Fólk komu víða frá til hetta høvið, sum varð hildið í Húsmøðrafelagshúsunum -  bæði úr Danmark, Kanada og víða frá úr Føroyum. Tey høvdu nógv at siga frá, og skipað varð eisini fyri eini lítlari framsýning við lutum, poesibókum, skúlabókum og myndum frá skúlatíðini.

 

 

Kl. 9 varð boðið til morgunmat, har eisini onkur av gomlu lærarunum, møttu upp – Alex, Michael, Sámal Júst, Ovi og Elbjørn Joensen frá Gjógv, sum var lærari eitt styttri skeið í Klaksvík. Alex tók orðið og greiddi frá, hvussu tað var at vaksa upp undir krígnum og greiddi frá ófrættaferðum hjá týskum bumbuflogførum yvir Klaksvík, og at nóg fólk flutti av bygdini, eins og hús vórðu bygd Úti í Grøv fyri at verja seg fyri flogførunum.

 

 

Eisini Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri segði nøkur orð og ynskti flokkinum eina góða floksveiðslu, eftir at hon hevði handað teimum Klaksvíksnálina hjá Býráðnum, sum eitt minni um uppruna teirra úr Klaksvík.

 

 

Eftir borðhaldið var farið út í kirkjugarðin Úti í Grøv at minnast nøkur av teimum 14 í flokkunum, ið farin eru, sum liggja har. Lisbeth Michelsen, prestur, sum er ein av floksfeløgunum, helt eina hugvekjandi røðu. Eisini varð sungið og biðið Faðir vár í felag. Síðani plantaðu tey eitt træ fyri teimum, sum farin eru, og ein rósa løgd við gravirnar.

 

 

Tey siga frá, at tey hava hugnað sær óført og rættiliga verið børn aftur, samstundis sum tey høvdu nógv at siga frá lívsleið síni. Tey grinu eftir, at við morgunmatarborðið, máttu tey biðja lærararnar tiga, tí teir snakkaðu ov nógv sínamillum, meðan ein røða varð hildin – Ein frálíkur dagur eru øll samd um.