Í morgin eru tað 60 ár síðani, at vøggustovuvirksemið hjá franciskanarasystrunum byrjaði í Stella Maris.
Gamla og eyðkenda vøggustovan á Varðagøtu hevur verið væl dámd øll árini.
- Spyrja vit systur Louisu Mets, so heldur hon, at foreldrini komu aftur og aftur við børnum teirra, tí børnini vóru væl ansað og høvdu tað gott, ímeðan tey vóru á stovninum. Sigast kann, at í nøkrum førum er tað triða ættarlið, sum í dag gongur á stovninum, og meta tey á stovninum, at hetta í sjálvum sær boðar frá dygd, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tá virksemið byrjaði í 1958, helt vøggustovan til í tveimum lokalum í Sankta Frans skúla. Í 1965 flutti virksemið inn í sethúsini við Varðagøtu, har vøggustovan hevur verið líka síðan.
Í dag verður 60 ára føðingardagshald, har tað er opið hús í Stella Maris frá kl. 15:30 – 17 fyri øllum teimum, ið hava okkurt tilknýti til vøggustovuna.










