60 prosent ímóti Icesave-lógini

Ein meiningakanning í Íslandi vísir, at 60 prosent av teimum spurdu eru ímóti Icesave-lógini, sum Altingið samtykti tann 30. januar, men sum forsetin sýtti fyri at staðfesta.

Í kanningini vórðu fólk spurd, hvussu tey ætla at atkvøða, tá Icesave-lógin kemur til fólkaatkvøðu. 60 prosent siga, at tey fara at atkvøða nei, og hini 40 prosentini siga, at tey fara at atkvøða ja.

Í somu kanning siga 62,4 prosent, at tað var rætt av forsetanum at sýta fyri at staðfesta lógina. 37,6 prosent halda, at hann mistók seg.