Sunnudagin vóru út við 60 nólsoyingar á útferð á Tjørnunesi, sum er nesið sunnan fyri, sæð úr bygdini í Nólsoy. Við vóru børn, ung og tilkomin, sum øll hugnaðu sær.
Tað er ein fittligur gongutúrur úr bygdini í Nólsoy, út á Tjørnunes og heimaftur í bygdina. Hetta er ikki ein tungur túrur, tó at hann tekur sína tíð.
Á Tjørnunesi, har tað er rættiliga náttúruvakurt, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, ótu tey matpakka og høvdu okkurt at leska sær við.
Tey ungu svumu í stóra hylinum har úti, og onkur fangaði kombikk. Høvi var til prát og hugnaliga samveru millum bygdarfólkið.
Fleiri myndir frá gongutúrinum eru at síggja á lutfalsliga nýggju facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.