60 nýggj stovnspláss

Nýggi barnagarðurin og útibarnagarðurin í Runavíkar kommunu geva 60 nýggj stovnspláss

 

BARNAGARÐUR

Arbeiðið at gera nýggjan barnagarð í Runavíkar kommunu er nú boðið út alment. Longu 5. desember skulu tilboðini verða inni.

Nýggi barnagarðurin, sum sjálvsognarstovnurin Kongshavnar barnagarður og vøggustova eigur, verður bygdur oman fyri Toftavatn. Arbeiðið at gera økið byggibúgvið er í gongd og verður helst liðugt til jólar. Ætlanin er, at barnagarðurin, sum verður 856 fermetrar stórur, skal standa klárur at taka í nýtslu 1. januar 2003. Kostnaðarmetingin er 16,7 mió. krónur.

Verandi barnagarður í kommununi heldur til í bygninginum hjá Postverki Føroya. Postverkið hevur brúk fyri hølunum og tískil er barnagarðurin uppsagdur. Her eru 54 børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri, men nýggi stovnurin fer at taka 90 børn í sama aldri. Umframt verður arbeitt við at gera útibarnagarð til 25 børn. Hesin heldur í fyrsta umfari til í Æðuvík, men tá ið gamli skúli í Lamba er umbygdur til endamálið, flytir útibarnagarðurin hagar, helst í seinnu helvt komandi ár.

Við hesum nýggju 60 plássunum er komið væl áleiðis at nøkta tørvin á stovnsplássum í Runavíkar kommunu. Bíðilistin er í dag 70 børn, men hann veksur alsamt eins og bíðilistin eftir grundstykkjum. Runavíkar kommunu hevur kortini ikki nakrar ætlanir um aðrar loysnir á barnagarðsøkinum.

- Nýggju plássini eru ein góður bati, hóast vit enn ikki megna at nøkta tørvin heilt. Fyribils hava vit ongar aðrar ítøkiligar ætlanir, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.