60 milliardir krónur horvnar í Irak

Meiri enn 60 milliardir krónur eru horvnar, síðani irakar tóku við valdinum í Irak. Nú vilja amerikanskir senatorar hava at vita, hvat er vorðið av pengunum

Grannskoðarar hjá fráfarnu amerikonsku umsitingini í Irak eru komnir eftir, at alt ruggar ikki rætt við roknskaparhaldinum hjá irakska stýrinum, sum tók við valdinum í landinum tann 1. juli.

Sambært bretska blaðnum Sunday Times vilja grannskoðararnir vera við, at nógvar milliardir dollarar eru brúktir, uttan at nakar kann greiða frá, hvat pengarnir eru brúktir til. Amerikanska verjumálaráðið Pentagon fekk grannskoðarafrágreiðingina frá herfyri, men hevur gjørt av at stempla hana sum loyniliga, skrivar Sunday Times.

Kortini er tað komið fram, at grannskoðararnir hava havt ilt við at finna útav, hvat teir nógvu pengarnir eru brúktir til. Eitt nú hava myndugleikarnir goldið 74.000 irakskum vaktarmonnum løn, men eingin dugir at siga, hvørjir hesir vaktarmenninir eru. Eitt nú vildi ein av ráðharrastovunum í Bagdad vera við, at hon hevði 8.200 vaktarmenn í starvi, men tá grannskoðararnir spurdu seg fyri, at kundi ráðharrastovan bara vísa á 600 vaktarmenn.

Í einum føri hevði hendan sama ráðharrastovan goldið 110 milliónir krónur, men hon segði seg ikki hava nakað skjal, sum vísti, hvør hevði fingið pengarnar.

Sunday Times skrivar, at nógvir amerikanskir senatorar eru í øðini um tað fíggjarliga óskilið í Irak. Teir vilja hava at vita frá verjumálaráðnum, hvagar pengarnir eru farnir.