- Eg havi ongantíð upplivað so nógvar áhoyrarar til ein býráðsfund.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um býráðsfundin í gjárkvøldið. Og tað var heilt týðiligt hvat tað var fyri mál, ið upptók fólk. Og umsitingin hevur havt ein sterkan varhuga um, at stórur áhugi var fyri málinum, tí stólar vóru settir upp til eini 60-65 fólk – umframt at fólk stóðu heilt út í tún.
Stóra spenningsmálið var nýggja fimleikahøllin, sum býráðið leingi hevur viðgjørt, og sum í gjárkvøldið skuldi fáa sína endaligu lagnu.
Og tað vóru jubilsenur, tá atkvøðugreiðslan var av og málið endaliga samtykt við 10 atkvøðum fyri, tveimum blonkum og ongari ímóti.
- Tað eru fólk, sum halda okkum vera ør í býráðnum, at brúka so nógvan pening til hesa verkætlanina, men eg haldi tvørtur ímóti, at hetta er ein fantastisk íløga í ungdómin. Her skapa vit teir bestu karmar og royndir vísa, at betri karmarnir eru, fleiri fólk íðka ítrótt, sigur Heðin Mortensen.
Talan verður um tríggjar hallir, tvær til rútmiskan fimleik og ein til amboðsfimleik. Hallirnar eru tó so snilt innrættaðar, at veggirnir kunnu flytast, so tú kanst fáa tvær ella eina stóra høll.
- Hetta verður ein ógvuliga flott høll, sum – ikki minst týdningarmikið – lýkur øll altjóða krøv og støddir, sigur Heðin Mortensen.
Hava bíðað leingi
Avgerðin um at byggja eina nýggja høll til fimleikin kemur væl við hjá fimleikarunum. Tað er ein sannroynd, at fimleikurin í Føroyum er á veg fram, tað vísa ikki minst úrslitini, sum rytmisku liðini hjá Havnar Fimleikafelag og Støkk fingu við altjóða kappingina í Kanada um vikuskiftið.
Og at áhugin fyri málinum var stórur er væl skilligt.
- Fimleikafólk hava bíðað í meiri enn 30 ár eftir røttu umstøðunum, so tað er einki at siga til, at tey nú fegnast um hesa avgerðina hjá býráðnum, sigur Heðin Mortensen.
Hann viðgongur, at talan er um nógvar pengar, men aftur fyri fær kommunan karmar sum gera, at føroyingar kunnu skipa fyri øllum altjóða fimleikakappingum.
- Og eisini er vert at undirstrika, at við í prísinum eru øll amboð, sum verða nýtt til fimleik, leggur Heðin Mortensen dent á.
Hetta er ein verkætlan, sum alla tíðina hevur ligið í kortinum at framt.
- Tað var niðurfelt í samgonguskjalið, at vit skuldu byggja eina fimleikahøll í hesum valskeiðinum, og tað lyfti hava vit við hesum nú uppfylt, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at samstundis sum fimleikurin fær bestu umstøðurnar, verður Tórsvøllurfríðkaður munandi.
Bera skjótt at
Heðin Mortensen sigur, at tað ikki bert er til frama fyri fimlaikarar, at høllin nú kemur.
- Tá umstøðurnar nú verða so góðar, fer hetta ikki bert at eggja ungdóminum til at íðka fimleik, men tað fer helst eisini at skunda okkum meiri tilkomnu til at røra okkum meira, sigur borgarstjórin.
Og ætlanin er at bera skjótt av.
- Farið verður longu undir jørðarbeiðið í august mánaði í ár, og eftir ætlan skal arbeiðið ikki taka meiri enn 12-14 mánaðir, sigur Heðin Mortensen.
Og at ítrótturin er høgt raðfestur hjá sitandi býráðssamgongu sæst best av teimum mongu verkætlanum, sum eru í gongd ella fara í gongd. Stadion til frælsan ítrótt verður klárt at taka í nýtslu – nógv seinkað, gamaní – á Ólavsøku í ár, farið verður undir at byggja fimleikahøll nú, Ítrótta- og samkomuhøllin skal umvælast, og so er mest sum avgerð tikin um at byggja eina nýggja, altjóða góðkenda ítróttahøll aftrat í býnum.
Men fyrst er tað fimleikahøllin, sum farast skal undir at byggja.
- Hetta verður ein høll, sum fer at hava stóran týdning, ikki bara fyri býin, men fyri alt Føroya land sum heild, sigur Heðin Mortensen, eftir at býráðið nú hevur avgjørt at gera íløgur í ungdóminn fyri 60 milliónir krónur.